Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Móttøka á sjúkrahúsinum 1. mars 2024

Í sambandi við at Sjúkrahúsverkið, frá mánadegnum 4. mars 2024, fer at bjóða sjúklingum dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, verður almenn móttøka fríggjadagin 1. mars kl. 15-17.

Høvi verður at síggja tólini og hølini, ið verða brúkt til viðgerðina.

Landsstýriskvinnan í Heilsumálum verður við til móttøkuna.

Vit bjóða munnbitar og okkurt drekkandi.

Øll eru vælkomin

27-02-2024 20.11.31

Sí mynd her

Send skjalið